- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gilli skorar til 1-0 fyri Aab
Tvøramaðurin Gilli Sørensen legði Aab á odda 1-0 í vinadystinum í dag móti AC Horsens. Longu í 11. minutti setti Gilli bóltin í málið.
Dysturin varð spældur klokkan 13 føroyska tíð í dag. Bæði Gilli og Hallur Hansson byrjaðu inni í dag, og báðir spældu ein góðan dyst.
Aab-fjepparar eru sera væl nøgdir við føroyska Gilla, og hetta varð í dag skrivað um hann á eini fjepparasíðu hjá teimum:
- Færøsk træningskegle ophøjet til verdensmester efter 12 min. i en træningskamp! Debatsiden forlanger øjeblikkelig forlængelse med stor-talentet!
Hyggur mann eftir øðrum viðmerkingum á Facebook-síðu teirra sæst, at hann verður róstur nógv, og fólk siga, at hann skal nokk blíva góður, meðan onnur supplera við, at hann longu er góður.
Aab vann dystin 2-0, og annað málið skoraði Lukas Spalvis.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |