Heilsumálaráðið kærir dóm um sálarliga viðgerð

Heilsumálaráðið kærir dóm um sálarliga viðgerð
Heilsumálaráðið fer at kæra dómin í málinum um harðskapsdømdan filipsoying, sum varð dømdur í sálarliga viðgerð eftir knívstungu umborð á Tórsvík
Heilsumálaráðið kærir dómin, ráðið hevur fingið, har tað er dømt at gjalda átta milliónir fyri sálarliga innlegging hjá einum filipsoyingi
Mynd: KvF  
 
28.01.2014 - 09:55

Málið byrjaði á sumri 2005, tá Romeo Tibobos varð handtikin eftir at hava stungið skiparan á vaktarskipinum Tórsvík, tá skipið var í Norðsjónum.

Filipsoyingurin varð dømdur til innlegging á danskari sálardeild. Nú, rokningin skal gjaldast, við Heilsumálaráðið ikki kennast við rokningina.

Tað kostaði meiri enn átta milliónir at hava mannin innlagdan í Danmark frá 2006 til 2010, men Heilsumálaráðið heldur ikki, at tað eigur rokningina.

SÍ EISINI Heilsumálaráðið visti um risarokning

Tí hevur Heilsumálaráðið nú kært avgerðina hjá Føroya rætti, tí ráðið heldur seg ikki eiga nakað í rokningini á átta milliónir krónur.

Heilsumálaráðið visti um innlegging

Heilsumálaráðið visti longu í 2007, at harðskapsdømdi Romeo Tibobos, varð innlagdur á danskari sálardeild fyri føroyska rokning.

Harvið góðtók Heilsumálaráðið rokningina, skilst á dóminum, sum fall í Føroya rætti í farnu viku.

Tá ið Romeo Tibobos varð handtikin eftir knívstungutilburðin umborð á Tórsvík í Norðsjónum á sumri í 2005, hevði hann fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum. Tí, sigur rætturin, skulu føroyskir myndugleikar gjalda fyri viðgerðina.

Dømdur til viðgerð í Danmark

Filipsoyingurin, Romeo Tibobos, varð 12. septembur 2005 fluttur úr Føroyum í danskt fongsul, tí hann skuldi mentalkannast.

Eftir at Tibobos hevði verið varðhaldsfongslaður í níggju mánaðir í Vestre Fængsel, mælti ein deildarlækni í kriminalforsorgini til, at Tibobos varð innlagdur á sálardeild.

Hesum tók ákæruvaldið undir við, og Tibobos varð fluttur á sinnissjúkramiðstøðina Sct. Hans, har tað kostaði góðar 5.000 krónur um dagin at vera innlagdur.

Kundi verið innlagdur í Føroyum

Í dómsúrskurðinum í sambandi við málið móti Landsstýrinum og Heilsumálaráðnum stendur, at tað sambært fatanini hjá Føroya rætti ikki eru føroyskir myndugleikar, ið hava ávíst Romeo Tibobos til viðgerðar í Danmørk.

Men, eftir at Region Hovedstaden vendi sær til heilsumálaráðið 2. oktober 2007 í sambandi við støðuna hjá Tibobos, hevur føroyska heilsumálaráðið vitað um støðuna og hevði kunnað tikið dømda mannin til Føroya til viðgerðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343