- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kostnaðarmiklari at ferðast í Spania

Enn einaferð hækkar spanska stjórnin eina røð av avgjøldum fyri at bøta um vánaliga búskapin í landinum. Hesa ferð hækka avjøldini á gistingum, barrum og matstovum við 25 prosentum. Onnur avgjøld hækka millum 18 og 21 prosent.

Avleiðingar fyri Spania

Høgu avgjøldini kunnu fáa stórar avleiðingar fyri Spania sum ferðavinnuland. Tað metir sølustjórin á stóru donsku freðaskrivstovuni Star Tour, Stig Elling.

- Spania er eitt tað best umtókta ferðamálið hjá dønum. Men gerast prísirnir ov høgir, kann Spania skjótt tapa kappingina um ferðafólkini til Turkland, sum hevur munin betri prísir at bjóða í løtuni, sigur Stig Elling.

Eisini millum føroyingar er Spania vælumtókt sum ferðamál. Serliga Barcelona og økið har á leið er sera vælumtókt millum føroyingar. Tað vistu føroysku ferðaskrivstovurnar at siga í útvarpinum herfyri.

Spanska ferðavinnan harmast príshækkingarnar, men sigur seg vera greiða yvir, at hetta er neyðugt sum liður í at fáa spanska búskapin á beint aftur.

Heili 11 prosent av spanska búskapinum eru tengd at ferðavinnu og bara í juni mánað vitjaðu 6 milliónir ferðafólk landið.