Donsk útvarpssending lýsir føroyskan ungdóm

Donsk útvarpssending lýsir føroyskan ungdóm
Hví tíma ung ikki at vera í Føroyum? Skal fosturtøkulógin broytast? Og hvat halda ungir føroyingar um ríkisfelagsskapin? Hetta eru nakrir av teimum spurningunum, sum vórðu viðgjørdir í donskum útvarpi í dag.
29.01.2014 - 18:00

Birgith Lassen
birgith@roddin.fo

 

Ùtvarpssendingin Klubværelset varpaði í dag ljós á føroyskan ungdóm. Klubværelset er ein afturvendandi sending á donsku útvarpsrásini, P1. Sendingin varpar ljós á ungdómsmentanina kring heimin, og í dag var tað so føroyskur ungdómur sum slapp framat. Men hví er júst hetta evnið viðkomandi fyri danskan ungdóm?

 

- Eg haldi, at danir vita ov lítið um Føroyar og føroyingar. Og so leingi vit ikki skilja føroysku mentanina, kunnu vit ikki skilja grindadráp og onnur serføroysk viðurskifti, sigur Mads Albretsen, sum hevur lagt sendingina til rættis.

 

Og óivað hevur hann rætt í, at danir vita ov lítið um føroyingar. Í sendingini greiðir ein ungur føroyingur millum annað frá, at hann í Danmark er blivin spurdur, um føroyingar hava internet, og ein onnur er blivin spurd, um bilar eru í Føroyum. 

 

''Føroyingar eru ørðvísi enn vit''

 

Tá verturin kom til Føroya, visti hann ikki annað um samfelagið enn tað, hann hevur sæð í donskum miðlum. Hann ímyndaði sær, at føroyska mentanin var nakað serstakt, men hóast tað hevði hann ikki væntað, at munurin millum ein vanligan dana og ein vanligan føroying var so stórur.

 

- Eingin føroyingur, eg tosaði við, kendi seg danskan. Eg helt, at vit høvdu meira til felags, men føroyingar eru als ikki sum vit. Føroyska mentanin er nakað heilt annað enn tann danska.

 

Í sendingini kanst tú eisini hoyra, hvat føroyingar svaraðu Mads, tá hann kom til Føroya at spyrja um fría fosturtøku, ríkisfelagsskap og framtíðina hjá Føroyum. Lurta eftir Klubværelset her.

 

Hvat heldur tú? Gevur sendingin eina realistiska mynd av føroyinginum?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.