- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rættindi hjá børnum skulu tryggjast

Í ólavsøkurøðuni boðaði løgmaður Kaj Leo Johannesen frá, at barnahús skulu skipast, og hann segði eisini, at landsstýrið er farið undir at smíða eitt lógaruppskot um at skipa eitt óheft barnaumboð, ið skal tryggja rættindi hjá børnum.

Felagið "Verji børnini"

Eitt barnahús er eitt av krøvunum hjá nýstovnaða felagnum Verjið børnini, ið eftir tingfundin í gjár handaði løgmanni 1000 undirskriftir við kravi um ymiskar lógarbroytingar, ið skulu verja børn ímóti kynsligum ágangi.

Felagið vil millum annað eisini hava, at tað skal vera eitt krav, at øll, sum arbeiða við børnum, skulu sýna fram eina barnaváttan, og at dómurin fyri kynsligan ágang verður herdur.