Ivast í lóggivna monopolinum hjá bankunum

Ivast í lóggivna monopolinum hjá bankunum
Fólk eru farin at seta spurnartekn við lóggivna monopolið hjá bankunum at avgreiða lønarviðurskifti hjá fólki
Bankarnir hava ikki lógatryggjaðan rætt til at avgreiða lønir, sum fleiri hava ført fram seinastu tíðina
Mynd: kvf.fo/Jens Jákup Hansen  
 
03.02.2014 - 14:16

Bank Nordik boðaði í farnu viku frá, at bankin fer at taka mánaðargjald á 20 krónur fyri summar kontur. Fráboðanin var av fleiri sædd næstan sum ein skattur, tí eingin møguleiki er at sleppa undan at hava eina kontu í einum banka.

Men bankarnir hava ikki lógatryggjaðan rætt til at avgreiða lønir, sum fleiri hava ført fram seinastu tíðina. Hóast bankarnir hava monopol, so hava bankarnir ikki lógatryggjað monopol uppá lønarkontur, sum millum annað fleiri løgtingslimir hava pástaðið alment.

Støðan er tann, at fyri at kunna avgreiða lønina hjá føroyskum skattgjaldarum skal ein góðkenning frá Fíggjarmálaráðnum til. Í løtuni eru tað bert bankarnir, sum hava hesa góðkenningina og seinasti umsøkjari, sum fekk góðkenningina var Kaupthing banki, vísir eitt innlit, sum Kringvarpið hevur fingið.

TAKS søkt um góðkenning

Men umsóknin frá Kaupthing, er ikki feskasta umsóknin. Taks hevur eisini søkt um at fáa góðkenning, men hevur enn ikki fingið svar. Taks søkti annars longu 5. november 2012, men av einari ella aðrari orsøk, sum vit ikki kenna, er umsóknin frá Taks ongantíð góðkend.

Tað var tó ikki við tí fyri eyga at kunna avgreiða lønarkontur, at Taks søkti um góðkenningina, hóast tað hevði gjørt tað møguligt hjá Taks.

Taks vildi sleppa at yvirtaka lønarútgjaldsskipanina frá bankunum í sambandi við, at pensjónsnýskipanin fór at gera arbeiðið munandi truplari fyri Taks at umsita.

Eingin Coop-banki

Í almennu øsingini um nýggja gjaldið frá Bank Nordik seinastu dagarnar hava fleiri eftirlýst aðrar møguleikar - eitt nú at kunna hava lønarkonto í útlendskum bankum.

Tingkvinna fyri Javnaðarflokkin leinkjaði millum annað til eina grein um, at nýggi dankski bankin co-op bank, nú spennir seg út. Bankin byggir á sama limaprinsipp, sum keypsamtøkan.

Men sambært stjóranum í Co-op bank, hevur bankin í løtuni ongar ætlanir um at bjóða bankatænastur í Føroyum.

 Tað hevur ikki eydnaðist okkum at fáa viðmerking frá stjóranum í Taks. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179