Nú verður Skúladepilin í Suðuroy umvældur

Nú verður Skúladepilin í Suðuroy umvældur
Byggifelagið rindar kostnaðin, og tvey eftirlit verða við umvælingini. Arbeiðið skal verða liðugt, tá skúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina
 
04.02.2014 - 11:39

Arbeiðið at umvæla Skúladepilin í Suðuroynni er ikki byrjað enn, men tað verður skjótt, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Heilsuskúlin, sum skuldi flyta í Vágs skúla eftir jólafrítíðina, er framvegis í Skúladeplinum.

Fyrst í desember var ætlanin, at arbeiðið skuldi byrja fyrst í januar, men enn er stóra umvælingin ikki farin í gongd. Allir útveggirnir í Skúladeplinum í Suðuroynni skulu gerast av nýggjum, bæði innan og uttan. Orsøkin er bæði gjóstur og lekar.

Byggifelagið rindar

Og sambært semju millum Landsverk og byggifelagið MT Højgaard, sum bygdi skúlan, skal byggifelagið rinda kostnaðin. Sambært sýni og meting, sum vórðu gjørd í 2012, kostar arbeiðið 16 mió. kr. 

Men einki hámark er sett fyri, hvussu nógv, MT Højgaard skal rinda. Felagið skal, sambært semjuni millum Landsverk og MT Højgaard, rinda tað, sum arbeiðið kostar, eisini um tað kostar meira enn 16 mió. kr., segði Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, við Útvarpið fyrst í desember í fjør.

Tvey eftirlit

Hóast arbeiðið ikki er byrjað enn, nú vit eru komin inn í februar, skal tað vera liðugt, tá skúlaárið 2014 byrjar í august.Tvey eftirlit vera við umvælingini. MT Højgaard fer at hava sítt eftirlit, og Landsverk fer eisini at hava eftirlit við arbeiðinum.

Meðan Skúladepilin verður umvældur, flytur Heilsuskúlin í Vágs skúla. Sunnari endin, har sum Heilsuskúlin er, verður umvældur fyrst. Tá hann er liðugur, flytur Miðnámsskúlin í tann endan, meðan norðari endin verður umvældur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098