Fleiri vaksin roykja

Fleiri vaksin roykja
27 prosent siga seg roykja hvønn dag, og eisini millum børn og ung eru mong, sum roykja, sigur Fólkaheilsuráðið
 
07.02.2014 - 07:52

Fleiri vaksin eru farin at roykja. Og tað er óvæntað, sigur Fólkaheilsuráðið.

Í mál- og avrikssáttmálanum fyri 2014, sum Fólkaheilsuráðið og Heilsumálaráðið hava gjørt, stendur, at Fólkaheilsuráðið seinastu árini hevur gjørt nógv átøk fyri at fáa færri at roykja. 

Vit hava eisini sæð eina spakuliga minking, men óvæntað tykist talið av vaksnum roykjarum nú at kvinka uppeftir aftur. 27%  siga seg roykja hvønn dag, sigur Fólkaheilsuráðið.

Eisini millum børn og ung eru ov nógv, sum roykja. 19 prosent av teimum, sum gingu í níggjunda flokki fyri trimum árum síðani, roykja.

Alt ov mong

Hetta talið er alt ov høgt, ikki minst tá vit samanbera okkum við grannalond, sigur Fólkaheilsuráðið. Her er brúk fyri munagóðum átøkum.

Fólkaheilsuráðið hevur nøkur uppskot um tað, sum ráðið kallar munagóð átøk.

Árgangur 2000, tey, sum eru fødd í 2000, skulu haldast roykfrí við serligum átøkum millum børnini í tí árganginum. Tey vaksnu, sum roykja hvønn dag, skulu úr 27 prosentum niður í 20 prosent.

Avtala er gjørd við Jákup Veyhe um at spæla serligan interaktivan leik í fimta flokki í fólkaskúlanum. Eisini í ár fáa fólk, sum vilja leggja av, SMS-boð, og hjálparfólk hjá kommunulæknum fáa skeið í at hjálpa fólki at leggja av at roykja.

Hálv millión til átak

Royking er eitt av fýra fokusøkjum hjá Fólkaheilsuráðnum í ár. Ein hálv millión skal brúkast til at fáa fólk at leggja av ella lata vera við at festa sær í fyrstu ferð. Helvtin av pengunum fer til løn til samskipara, sum skal setast í hálvt starv.

Í lýsingini eftir fólki verður samstundis sóknast eftir uppskotum til átøk. Tann, sum fær starvið, skal í ávísan mun seta í verk sína egnu arbeiðsætlan.

Hini økini, Fólkaheilsuráðið fer at leggja dent á í ár, verða skipað eftir sama leisti sum roykingin. Fokusøkini eru rúsevni og rúsdrekka, rørsla og kostur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523