Skúvoyarferjan verður nú umvæld

Skúvoyarferjan verður nú umvæld
Arbeiðið at umvæla og uppstiga skúvoyarferjuna verður væntandi boðið út í næstu viku, og arbeiðið verður bara boðið út í Føroyum
 
18.02.2014 - 10:55

Skipið, sum er keypt úr Niðurlondum fyri 2,4 milliónir krónur, kom til landið fyrst í januar, og síðani hevur Strandferðslan fyrireikað útbjóðingartilfarið.

Hálv fjórða millión krónur er tøk at umvæla og uppstiga fyri.

Ætlanin er m.a. at skifta báðar motorarnar, at seta nýggjan krana í, at sandblása og mála skipið.

Hvussu nógv verður gjørt, veldst um, hvussu langt játtanin røkkur.

Um hálvan mars verður væntandi greitt, hvør fær arbeiðið.

Hvussu langa tíð, tað fer at taka, er ikki greitt, men ætlanin er, at nýggja skúvoyarskipið skal setast í sigling í mai mánaði.

Skipið, sum er smíðað í 1993, tekur 36 ferðafólk umframt farm.

Tað hevur fingið navnið Sildberin, og gamli Sildberin, sum er frá 1979, hevur fingið navnið Skúvoy.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961