Makrelstovnurin størri enn higartil mett

Makrelstovnurin størri enn higartil mett
Ivi er sáddur um grundarlagið, sum ICES hevur brúkt til at meta um makrelstovnin og gera tilmæli um mest loyvdu veiðu.
Okkurt bendir á, at makrelstovnurin er størri, enn ICES hevur mett.
 
18.02.2014 - 12:01

Tá hendan vikan er farin, ber til at taka støðu til næsta fund millum strandarlondini um makrelin.

Hesa vikuna viðger ICES, altjóða havgranskingarstovnurin, grundarlagið fyri einari nýggjari og betri vísindaligari ráðgeving um makrelin í Norðuratlantshavi. 

Okkurt er, sum bendir á, at makrelstovnurin er nógv størri, enn ICES higartil hevur mett.  

ICES hevur fund í Keypmannahavn hesa vikuna.

Í næstu viku, tá strandarlondini hava úrslitið frá fundinum í Keypmannahavn, fer ES, sum stendur fyri makrelsamráðingunum nú í 2014, væntandi at boða til næsta samráðingarfundin um makrelbýtið í ár.

Fyrst í hesum mánaðinum vóru samráðingar í Bergen, og tá var ikki langt millum partarnar. Men semja fekst tó ikki. Sannlíkt er, at samráðingarnar halda fram fyrst í mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531