- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sunni SU matpakkin
Sunni SU matpakkin
Rugbreyð við í skúla og rugbreyð, tá mann kemur heim. SU lívið loyvir ikki nógvum fjølbroytni innan mat, og tí hava vit funnið eitt sunt, nemt og bíligt salat, sum er perfekt til matpakkan!
19.02.2014 - 14:00
Uppskriftin er til 1-2 persónar
Tú skalt brúka:
Hvíttkál
Eitt súrepli
Rosinur
Mandlur
0,5 dl av limesaft
1 spsk av rapsolju
1 spsk av hunangi
Sker fyrst tunnar strimlar av káli.
Blanda hunang, limesaft og olju. Stoyt blandingina omaná kálið og rør alt saman.
Sker súreplið í tunnar bátar.
Koyr súreplabátarnar í saman við kálinum og rosinum. Rør alt saman.
Hakka at enda mandlurnar og stroy tær omaná restina av salatinum, og so er klárt at eta!
Um tú hevur skund um morgnarnar ber til at hakka kálið kvøldið fyri.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |