- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk super trio á Christiania!
Føroysk super trio á Christiania!
Um eina viku verður enn ein konsert við føroyskum høvuðsnøvnum á Christiania.
22.02.2014 - 17:00
Hesa ferð er talan um teir tríggjar Eyðun Nolsøe, Terja Rasmussen og Kim Hansen.
Teir tríggir hava gjøgnum ár og dag spælt óteljandi konsertir og útgivið fleiri fløgur. Við árunum eru teir blivnir ein ímynd av føroyskum tónleiki og tjóðskapi.
Umframt Eyðun, Terja og Kim, fara donsku bólkarnir, SELECT CAPTAIN og JESPER EJRUP eisini at spæla.
Tað eru Atlantic Airways og Nordic Music Agency, sum skipa fyri konsertini.
Konsertin verður leygarkvøldið 1.mars kl 21 í Loppen á Christiania.
Les meira um tiltakið HER.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |