Annika skal svara spurningum í Trivnaðarnevndini

Annika skal svara spurningum í Trivnaðarnevndini
Nevndin vil hava at vita frá landsstýriskvinnuni, um kommunurnar eisini taka við fólki við menningartarni ella sálarsjúku 1. januar næsta árf
 
24.02.2014 - 08:20

Fyrrapartin í dag er landsstýriskvinnan í almannamálum biðin um at koma á fund við Trivnaðarnevndina hjá løgtinginum. Annika Olsen er biðin um at svara 11 spurningum frá nevndini um eldraøkið. 

Nevndin vil millum annað hava at vita, um kommunurnar eisini taka við fólki við menningartarni ella sálarsjúku tann 1.januar næsta ár?

Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum heldur nógv vera ósvarað, nú løgtingið skal samtykkja ætlanina hjá landsstýrinum at lata kommununum eldraøkið um góðar tíggju mánaðir. Millum annað, um endurmenningini eisini verður kommunal. Ella um kommunurnar skulu gjalda, tá ung fólk við heilaskaða skulu til Danmarkar at endurmennast, rehabiliterast?

Landsstýriskvinnan er eisini spurd, hvussu hon fer at tryggja, at kommunurnar, sum hava bygt røktarheim og sambýli fyri nógvar pengar, fáa endurgald fyri tær íløgurnar.Ein annar, yvirskipaður, spurningur hjá Trivnaðarnevndini er rætt og slætt, hvussu vald og gjald á eldraøkinum verða tryggjað eftir 1.januar 2015. 

Tíðin farin at ganga undan

 Lógaruppskotini um tænasturnar, sum skulu bjóðast teimum eldru, og um at flyta eldraøkið frá landinum til kommunurnar, eru framvegis í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum. Og har vera tey eina løtu afturat. Fyrsta viðgerð var í løgtinginum 7.januar. Síðani hava uppskotini verið í Trivnaðarnevndini.

Tíðin er farin at ganga undan hjá Trivnaðarnevndini, tí fyri 1.mai skulu kommunurnar boða landsstýrinum frá, hvussu tær skipa seg í kommunal samstarv um eldraøki. Trivnaðarnevndin fekk í síðstu viku eitt uppskot afturat um eldraøkið. Tað er um starvsfólkini hjá Almannaverkinum, sum frá 1.januar næsta ár skulu arbeiða hjá kommununum og ikki hjá landinum.

Hetta uppskotið er tó ikki á skránni fyri fundin hjá nevndini í dag.  Uppskotið um, hvussu nógvar pengar, kommunurnar fáa frá landinum fyri at yvirtaka eldraøkið, er ikki komið í løgtingið enn.

Fíggjarmálaráðið ger ta lógina. 


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532