- Tíðindi, mentan og ítróttur
Barbara bloggar: Neknominatión - eitt meiningsleyst spæl, ella?
Um ikki, so undrast tú sikkurt á, hví títt Facebook tíðindarensl er fult av sjónbondum av tínum vinfólkum, sum drekka hálvar litrar av øl og útnevna onnur vinfólk, at gera tað sama.
Reglurnar fyri spælið eru einfaldar:
“Neck your drink. Nominate another. Don’t break the chain, don’t be a d*ck. The social drinking game for social media! #neknominate. Drink Responsibly.”
Spælið kann spælast upp á fleiri mátar, men tað gongur stutt sagt út uppá, at man skal drekka ein rúsandi drykk, ofta í stórum mongdum, ella eina blanding av fleiri ymiskum. Í summum førum skal ein avbjóðing verða fullfíggjað, aftaná at hetta er drukkið. Hetta skal takast upp, leggjast út á eitt nú Facebook ella Youtube, og at enda skal mann tilnevna eitt ella fleiri vinfólk, sum skulu gera tað sama innan 24 tímar.
Spælið hevur sín uppruna í Perth, Avstralia, men hevur breitt seg til Evropa, og er í dag vorðið eitt heimsumfatandi fyribrigdi. Spælið hevur yvir 58.000 hits á Youtube, og hetta talið er bara vaksandi.
Fimm deyð
Spælið er tó ikki heilt vandaleyst. Fleiri hava lyndi at gloyma tann seinasta partin av reglunum, nevniliga, at man skal drekka við skili. Stóra bólkatrýstið noyðir ung at gera skilaleys og vandamikil ting, og í summum førum hevur tað havt deyðan til fylgi.
Higartil veit man um fimm ungar menn, sum eru deyðir av spælinum, allir bretar og undir 30 ára aldurin.
Hetta hevur skapt nógvan ótta millum fólk, og fleiri hava vent sær til Facebook fyri at royna at steðga hesum ørskapinum. Fólk vilja, at slík sjónbond skulu verða tikin niður, so spælið ikki breiðir seg.
Til hesar áheitarnir svarar Facebook í einari frásøgn:
“Vit góðtaka ikki innihald sum beinleiðis er skaðiligt, td. happing, men innihald, sum summi halda er ágangandi ella umstrítt, er ikki altíð ímóti okkara reglum. Um fólk síggja okkurt, sum tey meta brýtur reglur okkara, eggja vit teimum at melda tað. So kunnu vit hyggja at tí og arbeiða við einkultu sakunum.”
Hesa frásøgnina eru nógv fólk ónøgd við og halda, at Facebook tekur ov lítla ábyrgd. Fleiri meina, at Facebook hevur ov lítið skil á, hvat verður lagt út, og at tey gera sær ov lítlan ómak fyri at forða spælinum í at breiða seg. Orsakað av hesum eru fólk byrjað at taka áræði og hava gjørt síður á Facebook, sum ávara móti spælinum.
Hava vit nakað at óttast?
Tað er stórur munur á, hvussu spælið hevur útviklað seg í ymisku londunum. Í Føroyum og Danmark er spælið ikki vorðið líka ógvusligt sum í Bretlandi til dømis. Hví tað er soleiðis, er ringt at svara, men tað kundi hugsast, at orsøkin til hetta er at finna í ymiska samfelagsbygnaðinum. Ein størri partur av bretska ungdóminum er verri staddur í samfelagnum, enn tann føroyski og danski er, og tískil kunnu tey hava lættari við at missa tamarhaldið á slíkum avbjóðingum, tí tey vilja verða viðurkend. Eisini er hugburðurin til rúsdrekka meiri sinniligur í Føroyum og Danmark enn í Bretlandi.
So enn sær tað ikki út til, at vit sum føroyingar hava nakað at óttast, men tað merkir ikki, at man ikki kann hugsa eina eyka ferð, áðrenn mann ger av luttaka í spælinum.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |