Merkið av listanum við hentleikafløggum

Merkið av listanum við hentleikafløggum
Løgtingið viðger í morgin lógarbroyting, sum ger, føroyska flaggið fer av listanum yvir hentleikafløgg
 
24.02.2014 - 14:41

Landsstýrið bakkar nú fyri altjóða fakfelag til tess at fáa føroyska flaggið strikað sum hentleikaflagg. 22 ára gamla forboðið fyri, at føroysku manningarfeløgini kunnu umboða útlendingar, sum manna skipini í FAS, føroysku altjóða skipaskránni, skal strikast.

Tað verður gjørt fyri at fáa føroyska flaggið av listanum hjá ITF við hentleikafløggum.

Uppskotið kemur til viðgerðar í tinginum í morgin. 

ITF: Merkið er hentleikaflagg

ITF, Altjóða felagsskapurin hjá flutningsarbeiðarum, sigur, at føroyska flaggið er eitt hentleikaflagg hjá reiðaríum eins og flaggið hjá eitt nú Liberia. ITF heldur, at lógin um FAS forðar fyri, at føroysku manningarfeløgini kunnu verja rættindini hjá útlendskum sjófólkum í FAS.  Hvørki Vinnumálaráðið ella Sjóvinnustýrið eru samd við ITF. Men nú vil Vinnumálaráðið kortini hava lógina um FAS broytta, so ITF  strikar Føroyar á listanum við hentleikafløggum.  

Tá lógin um FAS kom í 1992, stóð í lógini, at manningarfeløgini í Føroyum kundu bara gera sáttmálar um sjófólk, sum búgva í Føroyum.  Vinnumálaráðið viðgongur bart út í viðmerkingunum til lógarbroytingina, sum nú er í løgtinginum, at hetta var fyri at tryggja reiðaríunum í FAS møguleikan at brúka minni lønarkrevjandi útlendska arbeiðsmegi á skipunum. 

Eksklusivsáttmálar

Óttin var tá, at føroysku manningarfeløgini fóru at trýsta seg til sonevndar “eksklusivsáttmálar”, so bara føroyingar sluppu at manna skipini í FAS. Og tað hevði kostað reiðaríunum ov nógv. Skal ITF taka føroyska flaggið av aftur hentleikalistanum, krevur altjóða felagsskapurin eisini, at føroysk fakfeløg sleppa at vera við, tá reiðarí í FAS gera sáttmálar við útlendsk fakfeløg.   

 Vinnumálaráðið sigur, at ITF ákærir galdandi lóg um FAS fyri at forða fyri skipaðum viðurskiftum á føroyskum skipum, so tey ikki kunnu samanberast við til dømis norsk og svensk skip. Og hetta dámar nógvum reiðaríum í FAS rættiliga illa. Tey hava til dømis trupulleikar mótvegis oljufeløgum, sum tey hava sáttmálar við, sigur Vinnumálaráðið.  

 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519