Ætlar at einskilja leiðir hjá Strandferðsluni

Ætlar at einskilja leiðir hjá Strandferðsluni
Eitt lógaruppskot skal taka burtur forðingarnar fyri, at leiðirnar hjá Strandferðsluni kunnu bjóðast fólki, virkjum og feløgum at røkja.
 
25.02.2014 - 09:26

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, vil hava løgtingið at geva landsstýrinum møguleika at bjóða privatum fleiri leiðir hjá Strandfaraskipum landins.

Eitt lógaruppskot skal taka burtur forðingarnar fyri, at leiðirnar hjá Strandferðsluni kunnu bjóðast fólki, virkjum og feløgum at røkja.

Johan Dahl sigur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at endamálið við tí er at taka burtur forðingar fyri, at farleiðir kunnu bjóðast út soleiðis, at persónar, virki og feløg kunnu fáa atgongd til at meta um at røkja farleið, sum kann bera seg. 

FAG: Ein misskiljing

Men tað má vera ein misskiljing, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hevur havt uppskotið til hoyringar.

Tað má vera ein misskiljing, tá skrivað verður, at bara farleiðir, har tann privati metir, at farleiðin kann bera seg, sum kunnu bjóðast út.  Avgerandi má vera, um tann privati kann gera tað betri og ella bíligari enn tað almenna.

Um tann privati skal fáa eina leið at loysa seg, sum tað almenna hevur rikið við stórum halli, verða tað ikki nógvar leiðir, sum verða bodnar út, sigur Arbeiðsgevarafelagið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155