Skulu fremja javnstøðu í Arktis

Skulu fremja javnstøðu í Arktis
Erika Anne Hayfield, adjunktur á Fróðskaparsetrinum, umboðar Føroyar í verkætlanini
Erika Anne Hayfield umboðar Føroyar í eini verkætlan um javnstøðu í Arktis
 
25.02.2014 - 10:34

Føroyar eru við í einari verkætlan undir Arktiska Ráðnum, sum hevur til endamáls at fremja javnstøðu í Arktis. 

Tað er Erika Anne Hayfield, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, sum í samstarvi við Løgmansskrivstovuna umboðar Føroyar í verkætlanini. Verkætlanin fer fram í einum arbeiðsbólki undir Arktiska Ráðnum, sum virkar fyri á burðardyggan hátt at verja og styrkja búskaparligu støðuna, mentanina og heilsuna hjá fólkunum í Arktis.

Fráflyting

Fráflyting og undirskot av kvinnum eru avbjóðingar, sum Føroyar hava til felags við arktisku økini, og harafturat eru fleiri onnur øki, ið Føroyar kunnu samstarva um, tá talan er um javnstøðu í arktiskum høpi. Eitt nú um kyn og útbúgving, kyn og demografi, kyn og politikk, trygd og kynsfatanir og seksualitet, stendur í lýsingini av verkætlanini. 

Sum liður í arbeiðinum verður skipað fyri eini ráðstevnu á Akureyri í Íslandi 29. og 30. oktober. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028