Met: Útfluttu fyri seks milliardir í fjør

Met: Útfluttu fyri seks milliardir í fjør
Útflutningurin var 600 milliónir kr. størri enn árið fyri, og vøksturin er 10 prosent
 
25.02.2014 - 15:45

Samlaði útflutningurin í fjør fór fyri fyrstu ferð upp um seks milliardir krónur. Tað eru slakar 600 milliónir fleiri enn árið fyri, og vøksturin er 10 prosent. Fiskaútflutningurin vaks uppaftur meiri - vøksturin var 750 milliónir krónur, ella 15 prosent.

Serliga alifiskurin hevur hækkað úflutningsvirðið. Nøgdin var áleið tann sama í fjør sum árið fyri, men virðið var slakar 2,5 milliardir krónur,  tað eru 600 milliónir fleiri. Vøksturin er 35 prosent. 

Nógvur uppsjóvarfiskur

Útflutningurin av uppsjóvarfiski er eisini vaksin nógv seinastu árini. Makrelur eigur størsta vøksturin, men vit útflyta eisini meiri av sild og svartkjafti. Tá fiskaúrdráttir eru roknaðir uppí, har tilfarið í stóran mun er úr uppsjóvarfiski, var eisini stórur vøkstur í fjør. Tilsamans eiga alifiskur og uppsjóvarfiskur nú oman fyri tveir triðingar av fiskaútflutninginum, har alifiskur einsamallur umboðar 43 prosent. 

Hóast útflutningurin av botnfiski í nøgd var eitt sindur størri í fjør samanborið við 2012,  var virðið seks prosent minni enn í 2012. Talan er framvegis um, at søguliga lítið er útflutt av botnfiski. Hetta er galdandi fyri øll tey trý stóru botnfiskasløgini: tosk, upsa og hýsu, vísa tøl frá Hagstovuni. 

Nógv minni botnfiskur

Í 1996 var metár fyri toskaútflutning, tá 37.000 tons vórðu útflutt. Í fjør vórðu einans 16.000 tons útflutt. Fyri upsa var metárið 2005 við 41.000 tonsum, í fjør útfluttu vit 15.000 tons av upsa. Hýsan setti útflutningsmet í 2003 við 20.000 tonsum, men í fjør útflutningurin av hýsu bert 4.000 tons.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852