- Tíðindi, mentan og ítróttur
15.mars er freist at søkja gjøgnum kvotu 2
Eitt nú Roskilde Universitet flutti markið til at loyva heili 25% inn gjøgnum kvotu 2.
Upptøkukrøv til víðari lesnað kunnu fyri mong tykjast ómøgulig og himmalhøg, so tí kemur møguleikin at søkja inn við ov lágum miðaltali væl við hjá mongum.
Serliga í Keypmannahavn, sum er høvuðsstaður og lestrarmiðdepil í Danmark, er miðaltalið fyri fleiri útbúgvingar methøgt, og tað brestur mangar dreymar.
Tó er vón fyri fleiri, tí tað er ein møguleiki fyri at sleppa inn á ynsktu útbúgvingina, hóast mann ikki hevur miðaltalið, sum krevst. Tá ber til at søkja inn gjøgnum kvotu 2.
Tá ið mann søkir inn bara við miðalkarakteri, søkir man gjøgnum kvotu 1. Við kvotu 2 vísur mann á arbeiðisroyndir, útbúgvingar, hjálpararbeiði og aðrar royndir, sum vísa, at tú ert egnaður til útbúgvingina.
Serliga motiveraða umsóknin fyllur nógv, tá tú søkir inn við kvotu 2. Í einari motiveraðari umsókn greiðir tú á skrift frá, hví júst tú ert tann rætti at loyva inn til hesa útbúgvingina.
Áðrenn tú søkir inn gjøgnum kvotu 2, mást tú kanna, hvat tín útbúgving krevur av kvotu 2 umsóknum. Ymisku útbúgvingarnar hava ymisk krøv til kvotu 2 umsóknir.
Les meira um kvotu 2 HER.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |