Átøk minka mvg-eftirstøðuna

Átøk minka mvg-eftirstøðuna
Skuldin var 119 milliónir kr. í 2011, men í fjør var hon komin niður í 90 milliónir
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at lógarbroyting hevur havt við sær, at mvg-eftirstøðan er minkað
 
27.02.2014 - 11:21

Lógarbroytingin, sum gav TAKS betri møguleikar at fara eftir teimum, sum skylda meirvirðisgjald, hevur gjørt mun.

Tað segði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í tinginum í gjár, tá hann varð spurdur um eftirstøðurnar í meirvirðisgjaldinum.

Eftirstøðan minkað

Fyri fyrstu ferð er eftirstøðan minkað. Eftirstøðan var komin upp í 119 mió. kr. í 2011, í 2012 var hon 117 milliónir. Í fjør var hon slakar 90 milliónir.

Landsstýrismaðurin kundi tó ikki siga tinginum, hvussu nógv av teimum 27 milliónunum, sum eftirstøðan er minkað, eru eftirgivnar og, hvussu nógvar eru komnar í landskassan. Men 46 milliónir av teimum 89,6 milliónunum metir TAKS at vera virðisleysar, tær eru mistar.

55 prosent av eftirstøðunum eru rentur, varð eisini upplýst í tinginum. Landið krevur tvey prosent í rentu um mánaðin í rentu av skuld til landskassan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210