Fjáltur og partabrøv í fríum falli í Russlandi

Fjáltur og partabrøv í fríum falli í Russlandi
Vaksandi hernaðarliga virksemi á Krim-hálvoynni er tekin um, at Vladimir Putin og Russland ikki vilja samráðast um herflotastøðina í Sevastopol.
Bresta herdeildir hjá Ukrain og Russlandi saman, er úrslitið greitt frammanundan. Ukraina hevur ongan møguleika. Tað sigur fyrrverandi norski verjuovastin, Sverre Diesen.
 
03.03.2014 - 08:58

Samstundis sum spenningurin í økinum veksur, eru russisku partabravavirðini í fríum falli í keypsskálunum, og veruligur ekki er á russiskum íleggjarum.

ES-uttanríkisráðharrarnir hittast til kreppufundar í Brússel í dag, og semja er teirra millum, at tað er langt síðan at Evropa hevur upplivað eina líknandi kreppu.

- Kreppan í Ukraina er størsta kreppan í Evropa hesa øldina, sigur bretski uttanríkisráðharrin, William Hague. Hann vísir á, at Russland hevur loyvið at hava herfólk á herstøðunum á Krim, men so skulu teir eisini halda seg á herstøðunum og ikki aðrastaðni, sigur bretski uttanríkisráðharrin. Hann heldur, at bresta herdeildir hjá Ukraina og Russlandi saman, so er úrslitið greitt frammanundan.

Búskapur og umdømi

- Ukraina hevur ongan møguleika móti Russlandi. Hinvegin vilja báðir parta ivaleyst sleppa undan samanbrestum. Snøgt sagt tí tað snýr seg um møgulig búskaparlig revsitiltøk, og russiska umdømið í umheiminum, sigur fyrrverandi norski verjuovastin, Sverre Diesen við NRK.

Partabrøv í fríum falli

Samstundis sum russiskir hermenn savnast á smala markinum millum Russland og Krim-hálvoynna, fellur russiski rubilin við fullari ferð. Russiski miðbankin hevur eisini óvæntar hækkað stýringsrentuna úr 5,5 til 7,0 prosent. Sambært Bank Rossij varð nýggja rentan sett í gildi kl. 8.00 fyrrapartin í dag.

Kelda: NRK/NTB

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449