Havstovan gjørt makrelkanningar

Havstovan gjørt makrelkanningar
Kanningarfólk hjá Havstovuni eru júst komin aftur frá makrelkanningum. Tey hava kannað nøgdirnar av makreli í føroyskum sjógvi
Havstovan hevur gjørt makrelkanningarn við Christiani í Grótinum
 
18.07.2012 - 16:53

Fólk frá Havstovuni eru júst afturkomin av makrelkanningum, har tey við skipinum Christian í Grótinum hava kannað nøgdirnar av makreli í føroyskum sjógvi.

Kanningarnar vístu, at væl var til av makreli, serliga norðanfyri, meðan lítið var til sunnanfyri og vestanfyri.

Trolað varð í yvirflatuni, har makrelurin vanliga gongur hesa tíðina. Nógv sild var eisini blandað upp í veiðuna.

Felags kanningar

Kanningarnar eru skipaðar sum felagskanningar saman við íslendingum og normonnum. Endamálið er at kanna nøgdinar og útbreiðsluna av makreli um summarið, tá hann er í norðurhøvum fyri at finna sær føði.

Hetta er triðja ári á rað, at hesar kanningar verða gjørdar, og í mun til august síðsta ár var samlaða veiðan fyri hvønn fjórðing væl hægri í ár. Samlaða veiðan av makreli var tó á leið tann sama, men væl meir av sild varð fingin í ár í mun til august í fjør.

Úrslitini frá kanningunum verða endaliga viðgjørd á felags fundi millum luttakandi londini seinni í summar, og verða kunngjørd í eini felags frágreiðing eftir fundin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391