Nýggjur Vesturskúli í Havn samtyktur

Nýggjur Vesturskúli í Havn samtyktur
Tórshavnar Býráð samtykti týskvøldið at fyrireika byggingina av nýggjum Vesturskúla.
 
05.03.2014 - 10:13

Ein nýggjur barnaskúli verður bygdur í Havn.

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið, at bygginevndin fyri nýggja Vesturskúlan alt fyri eitt fer undir at fyrireika byggingina  av einum tveysporaðum skúla, sum skal kunna víðkast til trísporaðan skúlan.  

Býráðið samtykti eisini at seta ein arbeiðsbólk at fyrireika samanleggingina, tí Kommunuskúlin og Venjingarskúlin skulu leggjast saman í Vesturskúlan.

Í arbeiðsbólkin skulu umboð fyri skúlaleiðslur, lærarar og foreldur í báðum skúlum og fyri Mentamáladeildina hjá kommununi. Trivnaðarstjórin hjá kommununi verður formaður í arbeiðsbólkinum.

Arbeiðsbólkurin skal vera liðugur hálvan mai í ár.

Býráðið samtykti eisini at arbeiða víðari við tilmælinum hjá Mentamálanevndini um at gera Kommunuskúlan til mentanar- og virksemishús.

Býráðið væntar, at Fróðskaparsetrið vil hava Venjingarskúlan.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608