- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark í sorg

Tríggjar smágentur, systrar,
13, 9 og 6 ára gamlar, hava allar latið lív eftir vanlukkuna, sum hendi
fyrrapartin hósdagin.

Systrarnar spældu í eini
ríðihøll, tá fýra stórar ballur við hoyggi koppaðu omanyvir tær. Talan er um
ballur, ið kunnu viga upp til 500 kilo stykkið.

Tað var pápi teirra, sum
ringdi neyðarboð, stutt fyri middag, og boðaði frá vanlukkuni.

Á sjúkrahús

Sjúkrabilar og bjargingarlið
komu á staðið, og fluttu genturnar, fyrst á sjúkrahús í Herning og síðani á
serútgjørda sjúkrahúsið í Skeiby.

Níggju ára gamla gentan varð
staðfest deyð, longu á sjúkrahúsinum í Herning. Í gjár doyði 13 ára gamla
systurin eftir løstirnar, ið hon fekk av hoyggj-ballunum. Og seinnapartin í dag
andaðist so yngsta, seks ára gamla systurin.

Enn er ógreitt, júst hvussu
leingi genturnar lógu undir hoy-ballunum. Danska løgreglan roynir framvegis
at fáa greiðu á, hví tungu ballurnar við hoyggi koppaðu oman yvir systrarnar.

Kring alt Danmark minnast
fólk í kvøld tær tríggjar systrarnar - Julie, Michelle og Barbara - ið allar
lótu lív í syrgiligu vanlukkuni í lítla býnum Hee við Ringkøbing.