- Tíðindi, mentan og ítróttur
P/F Fastogn 40 milliónir krónur í halli

Teir tíggju bygningarnir hjá Fastogn eru mettir at vera
50 milliónir krónur minni verdir enn teir vóru í 2010.

Malan er um roknskapartøkni,
sigur leiðslan í felagnum.

Partafelagið Fastogn, sum Eik og Lív eiga, hevði góðar 39
milliónir krónur í halli í fjør.

Hetta er fyrsta árið, síðani felagið varð stovnað í 2003,
at virksemið gevur hall.

Orsøkin skal finnast í virðisjavningini av bygningunum,
sigur Evy Jacobsen, stjóri í Fastogn.

Bygningarnir vóru í fjør mettir at vera verdir 417 mió.
kr., góðar 50 milliónir minni enn í 2010.

Virðismetingin byggir á eina meting um inntøkur í
framtíðini og krøv um avkast av íløgunum.

Fastogn brúkar krøvini um avkast, sum verða brúkt í
Danmark, sum grundarlag við einum ískoyti upp á eitt prosent, sum leggur upp
fyri føroysku viðurskiftunum.

Kravið um avkast hækkað

Kravið um avkast hækkaði í fjør til 7,1 prosent, tað var
6,7 prosent í 2010.

Hesin háttur at virðismeta gjørdi, at virðið á teimum
tíggju fastognunum hjá Fastogn harvið lækkaði hálvthundrað milliónir í fjør.

Við mettu inntøkunum í framtíðini fer ein broyting í
avkastkravinum upp á 0,1 prosent at broyta virðisásetingina 8 mió. kr. antin
niður ella upp.

Leiðslan í Fastogn sigur, at búskaparliga gongdin í 2011
merkti úrslitið hjá felagnum.

Langfreistaða skuldin hjá P/f Fastogn er góðar 240 mió.
kr.

Bygningarnir hjá Fastogn verða ikki avskrivaðir.

Eigur 10 bygningar

Fastogn eigur tíggju bygningar, millum annað SMS,
Handilskjarnan og Hotel Vágar, og dagsvirðið hjá teimum var mett at vera 417 milliónir í 2011.

Fastogn fekk í fjør 27,3 mió. kr. í leigu, 750.000 kr.
minni enn í 2010, tí trý leigumál vóru uppsøgd. Leigarar vóru ikki í
Handilskjarnanum og 360 á Hjalla alt árið í fjør. Men nú er eydnast at fáa
leigarar inn aftur har, sigur Evy Jacobsen.

Ein skrivstovubygningur hjá Fastogn við Hoydalsvegin í
Gundadali í Havn er til sølu fyri 4 mió. kr.

Partapeningurin í Fastogn er 148,5 mió. kr. Eigararnir,
Eik og Lív, settu 40 milliónir í felagið í fjør. Helvtin, 20 milliónir, fór til
at gjalda niður langfreistaða skuld.

Stovnað í 2003

P/f SMS, P/f Handilskjarnin og Kauphting Føroyar stovnaðu
í desember í 2003 partafelagið Fastogn, sum keypir bygningar við tí endamáli at
leiga teir útaftur.

Í 2008 keyptu Eik Grunnurin og
Føroya Lívstrygging hvør sína helvt í partafelagnum. Nú eiga so nýggi Eik Banki
og Lív størsta fastognarfelag í Føroyum.