Jacob Vestergaard væl nøgdur við makrelavtaluna

13.03.2014 - 10:42
Innlendis
Jacob Vestergaard væl nøgdur við makrelavtaluna
35 prosent av makrelinum kann fiskast í norskum sjógvi, og tað gevur ein hægri prís fyri makrelin
Avtalan um makrelin er undirskrivað

Føroyska makrelkvotan er trífaldað, eftir at Føroyar, ES og Noreg hava gjørt semju um makrelin fyri næstu fimm árini.

Feitari fiskur gevur hægri prís

Umleið ein triðingur, 35 prosent av makrelinum kann fiskast í norskum sjógvi. Tað gevur størri møguleikar fyri at fáa hægri prís fyri fiskin, tí royndirnar vísa, at makrelurin er væl fyri, tá hann um heystið er at fáa í norskum sjógvi.

Jakob Vestergaard segði í samrøðu við útvarpið klokkan tíggju morgun, at hann er væl nøgdur við avtaluna um makrelin.

Føroyar fáa 156.000 tons
Fiskimálaráðið upplýsir, at Føroyar, ES og Noreg hava lutfalsliga býtt makrelin, so Føroyar fáa 14,93 %, ES 58,40 % og Noreg 26,67 %.
Londini hava gjørt av at býta 84,40 % av samlaðu kvotuni, sum er sett til 1.240.000 tons.
Av henni fáa fáa Føroyar 12,60 prosent, sum er 156.240 tons.
Restin, 15,60 prosent er sett av til onnur lond, Ísland, Grønland og Rusland.

Umsitingarætlan skal gerast
Semja er eisini um at gera eina umsitingarætlan fyri tey fimm árini, sum semjan hevur gildi. Og hon skal gerast við støði í tilráðingini frá ICES.
Og partarnir skulu eisini gera semju um veiðu av makrelinum í sjóøki hjá hvørjumøðrum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985