- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hjúnabandslógin bleiv ikki broytt
2. viðgerð byrjaði við, at Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, lýsti málið.
Fyrst á tingsins røðarapall var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fyri Fólkaflokkin, ið var framsøgufólk fyri arbeiðsbólkin, ið hevur havt álitið til hoyringar. Hon legði dent á, at hetta málið var av so kollveltandi karakteri fyri Føroya land, at arbeiðsbólkurin heitti á Løgtingið um ikki at samtykkja uppskotið.
Henni á baki kom ein røð av talarum upp til tingsins røðarapall, men Eivind Jacobsen úr Sambandsflokkinum var einasti limur úr ABDH samgonguni, sum tók til orða.
Andstøðulimirnir lýstu sína ónøgd við, at samgonguformenninir høvdu álagt sínum floksfeløgunum at atkvøða ímóti uppskotinum, hóast løgtingslimirnir søguliga altíð hava sloppið at atkvøtt eftir egnari sannføring í etiskum málum.
Løgmaður burturstaddur
Poul Michelsen, formaður fyri Framsókn, var sera ónøgdur við, at Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, ikki var til staðar í Løgtinginum um málið hevði so kollveltandi týdning fyri Føroya land, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevði lagt fyri.
Í samband við ónøgdina um manglandi kjakið í stóðst av, at eingin úr samgonguni tók til orða, segði Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi bart út, at tað at boykotta kjakið er at boykotta fólkaræðið.
Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum sipaði í røðu sínari til, at vit møguliga hóast alt fóru at síggja samgongulimir velja út frá egnari sannføring og ikki nei, sum formenninir í samgonguflokkunum høvdu álagt teimum.
Soleiðis varð ikki, tí tá Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, taldi atkvøðurnar upp, vóru 11 fyri og 20 ímóti, og málið varð tí felt og kemur ikki fyri tingið aftur.
Síggj myndir frá Løgtinginum her.
---
Um tú ivast í, hvat 1. og 2. viðgerð av einum máli merkir, so kanst tú lesa eina frálíka frágreiðing um arbeiðshátt Løgtingsins á heimasíðu teirra her. Frágreiðingin byrjar á síðu 12.
Í Reiðrinum sunnukvøldið kl. 20 verða samrøður við tveir av ungu áhoyrarunum, sum vóru í tinginum í gjár. Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum vísti á, hvønn týdning hetta málið hevur fyri fólkaræðið, og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum greiddi frá, hví samgongulimirnir allir valdu at atkvøða ímóti uppskotinum.
Röddin royndi at fáa orðið á Hanus Samró, ið er yngsta umboð á tingið, men hann hevði onga viðmerking til málið.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |