Villar byggiætlanir oyðileggja Spania

Villar byggiætlanir oyðileggja Spania
Byggiætlanir, sum vóru burturúr vón og viti, eru við at taka grundarlagið undan spanska samfelagnum. Nógvar ætlanir eru fíggjaðar við peningi úr ES
Valencia-floghavnin hevur fingið ein spildurnýggjan terminal, sum fyri tað mesta stendur tómur.

12.07.2012 - 10:38

Úrslitið av villum byggiætlanunum er, at floghavnir standa tómar, vegir eru gjørdir, sum eingin koyrir á, og hús og íbúðir í hópatali standa tóm, og verða seld fyri ein triðing av virðinum.

Í mars í fjør varð ein nýggj floghavn norðanfyri Valencia tikin í nýtslu. Floghavnin kostaði 1,1 miljardir kr., men enn er einki flogfar lent.

Sunnanfyri Madrid varð ein nýggj floghavn tikin í nýstlu fyri trimum árum síðani. Hon kostaði 8 miljardir kr., men var bert opin eitt skifti, og stendur nú tóm.

Sunnanfyri Madrid vórðu eisini 13.000 nýggjar marglætisíbúðir bygdar. Tær vórðu ikki seldar, og tí royna skuldartyngdu bankarnir nú at selja íbúðirnar við stórum tapi.

Bygging uttan mið og mál

Orsøkin til kreppuna í Spania er fyrst og fremst, at eingin gjørdi sær greitt, at framgongdin kundi steðga, og tí varð bygt og bygt, uttan mið og mál, og nógva byggingin máar støðið undan Spania.

Evrulondini hava játtað Spania 750 milliardir krónur fyri at sleppa undan, at nógvu byggigølurnar taka beinini undan sponsku bankunum.

Spania fær fyrstu 220 milliardir krónurnar seinast í juli, og samstundis hevur spanska stjórnin boðað frá, at neyðugt er at spara 500 milliardir krónur tey næstu tvey til trý árini.

Eisini í Írlandi

Tað sama hendi í ìrlandi, har stórar byggiætlanir máaðu støðið undan búskapinum.Í Írlandi verður tosað um fleiri enn 2.000 ørar byggiætlanir, og bústaðarráðharrin, Jan O´Sullivan, hevur boðað frá, at fleiri av byggiætlanunum skulu rívast niður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Mikudag 25. februar
Morgunlestur mikudagur 25.februar 2026
204597
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693