Stoltenberg nevndur sum nýggjur Nato-aðalskrivari

Stoltenberg nevndur sum nýggjur Nato-aðalskrivari
Fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, stendur í fremstu røð at taka við sum Nato-aðalskrivari
Jens Stoltenberg verður nevndur sum møguligur nýggjur Nato-aðalskrivari, tá Anders Fogh Rasmussen fer úr starvinum eina ferð í heyst
 
19.03.2014 - 10:40

Fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, stendur í fremstu røð at taka við sum Nato-aðalskrivari, tá Anders Fogh Rasmussen gevst í starvinum í heyst, skrivar italska blaðið La Republica. Jens Stoltenberg vil ikki gera viðmerkingar til tíðindini.

Starvstíðin hjá Anders Fogh Rasmussen er úti í heyst, og væntandi verður nýggjur aðalskrivari tilnevndur, tá Nato-londini hava toppfund í september.

Sambært italska blaðnum taka amerikanski forsetin, Barack Obama, og týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, undir við, at Jens Stoltenberg fær starvið.

Onnur, sum verða hildin at hava møguleika at fáa starvið sum Nato-aðalskrivari, eru bretski verjumálaráðharrin, Philip Hammond, pólski uttanríkisráðharrin, Radoslaw Sikorski, og fyrrverandi italski uttanríkisráðharrin, Franco Farattini.

Tjóðskapurin vigar tungt, tá avgerð skal takast. Av tí at sitandi aðalskrivarin er dani, ivast fleiri í, um tann, sum fær starvið, eisini verður norðurlendingur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129