Fígging heldur enn stuðul

Fígging heldur enn stuðul
Vinnunevndin mælir til at kanna fíggingarmøguleikar at keypa fisk úr øðrum londum at virka í Føroyum, men mælir frá studningi
Vinnunevndin hevur viðgjørt uppskotið hjá Gerhardi Lognberg um studning at keypa triðjalandsfisk at virka í Føroyum
 
25.03.2014 - 08:55

Fígging heldur enn stuðul.

Tað er niðurstøðan hjá Vinnu-nevndini hjá løgtinginum, sum hevur viðgjørt uppskot hjá Gerhardi Lognberg, løgtingsmanni, um stuðul til at keypa triðjalandsfisk at virka í Føroyum.

Vinnunevndin sigur í sínum áliti, at vinnan vil ikki hava stuðul. Men vinnan vil hava betri fíggingarmøguleikar, so hon kann keypa fisk úr øðrum londum.

Kredittskipan

Vinnunevndin er samd og mælir tinginum til at samtykkja eitt broytingaruppskot, sum áleggur landsstýrinum at kanna, hvussu ein fíggingarskipan kann gerast, so flakavinnan kann keypa frystan fisk at virka í Føroyum.

Vinnunevndin hugsar um eina kredittskipan, sum peningastovnarnir eiga at átaka sær. Við panti í fiskagoymsluni er ikki talan um serliga váðafúsa fígging, tykjast tey flestu samd um, sigur Vinnunevndin.

At keypa frystan fisk til virkingar bindur stóran likviditet, tí stórar goymslur skulu fíggjast. Vinnunevndin vísir eisini á, at løgtingið fyri fýra árum síðani samtykti eitt uppskot, sum er, at kalla, tað sama sum uppskotið hjá Gerhardi Lognberg.

Løgtingið átti at álagt landsstýrismanninum, sum er hin sami sum tá, at komið við greiðari niðurstøðu av tí arbeiði, sum løgtingið fyri fýra árum síðani bað hann gera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. mai
Jambalaja - 020526
207822
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472