Ætla at fiska makrel í Irmingarhavinum

Ætla at fiska makrel í Irmingarhavinum
Reiðaríið hjá Fagrabergi hevur biðið Fiskimálaráðið um loyvi at gera ein royndartúr eftir makreli í Irmingarhavinum. Umsóknin verður viðgjørd nú
Ætlanin er, at Fagraberg skal partrola við Vesturvón í Irmingarhavinum.

06.07.2012 - 12:23

Umsóknin er til viðgerðar, og svarið verður sent skjótt, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.

Fiskimálaráðið fekk í síðstu viku eina umsókn frá reiðarínum hjá nótaskipinum Fagrabergi um at gera ein royndartúr í Irmingarhavið eftir makreli.

Skipini, sum royna eftir kongafiski í altjóða sjógvi í Irmingahavinum, síggja nógvan makrel har.

Tað kókar av makreli í Irmingarhavinum, segði skiparin á Vesturvón, Eyðun á Bergi, við Útvarpið í gjárkvøldið. Irmingarhavið er vestan fyri Ísland og sunnan fyri Hvarvið.

Anfinnur Olsen, reiðari á Fagrabergi, sigur, at Fagraberg roynir eftir makreli í føroyskum sjógvi í løtuni. Men skipið er eisini útgjørt til eina roynd í Irmingarhavinum.

Ætlanin er, at Fagraberg skal partrola við Vesturvón í Irmingarhavinum. Reiðaríið bíðar bara eftir at fáa loyvi frá Fiskimálaráðnum.

Rógvi Reinert, aðalstjóri, vil ikki siga í dag, um Fagraberg fær loyvi. Men svar verður sent fyrsta dagin, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483