- Øll hesi 14 brenna fyri tí!

- Øll hesi 14 brenna fyri tí!
Í gjárkvøldið var almennur pallborðsfundur í Margarinfabrikkini, har valevnini til Tórshavnar Ungdómsráð øll fingu orðið.
26.03.2014 - 23:45

Margarinfabrikkin er stappað av fólki, bæði ungum sum gomlum, sum eru komin at lurta eftir, hvat valevnini til Tórshavnar Ungdómsráð hava upp á hjartað.

 

Rebekka Petersen setur hol á tiltakið við at spæla tvey av sínum egnu løgum, og síðani sigur Helena Dam á Neystabø nøkur orð.

 

Kaffi, the og køkur ganga í umfar millum fólkini í salinum, og tá Helena hevur greitt frá um bakgrundina fyri ráðnum, setur Bjarni Kárason Petersen, orðstýrari, fundin í gongd við at biðja valevnini greiða stutt frá um seg sjálvi.

 

Av teimum mongu, ið eru møtt upp, er Bergur Arnbjarnarsonur Dalsgarð. Hann metir tað vera sera umráðandi við einum ungdómsráði, tí ungdómurin í løtuni er undirumboðaður í demokratinum sum ein minniluti. Við ungdómsráðnum fær ungdómurin betri møguleika fyri at verða hoyrdur, frá teimum vaksnu í býráðnum.

 

- Tá eg blívi hoyrdur, blívi eg motiveraður til at arbeiða víðari við tí, eg vil arbeiða fyri. Motivatión er lyklaorðið til at ungdómurin kemur við nøkrum uppskotum.

 

Bergur ivast ikki í, at øll hesi ungu valevnini hava okkurt upp á hjartað og brenna fyri hesum. Sjálvur er hann ov gamal til at atkvøða, men er kortini ikki heilt sikkur í, hvønn hann hevði valt.

 

- Tað viktigasta er passiónin, og eg síggi, at øll hesi 14 brenna fyri tí. Bara tað, at tey øll 14 hava møtt upp her, vísir dirvi, og at tey eru eldhugað. Eg hevði kunnað funnið uppá at stemmað uppá øll, men onkrum eri eg sjálvandi meira samdur við.

 

Heitasta evnið er nokk at fá eitt stað, har tey ungu kunnu samlast - eitt ungdómshús. Vit hava nøkur ungdómshús longu, men tey flestu eru samd um, at tað eingin skilnaður er millum tey heilt ungu og so tey eitt sindur eldri. Eisini verður tosað nógv um lestraríbúðir og íbúðir sum heild - hvar íbúðirnar skulu vera, og hvussu mann kann fáa eitt betur og meiri spennandi lestrarumhvørvi.

 

Síggj myndir HER.

 

Fundurin er liðugur, kakurnar eru etnar, kaffið er drukkið, og fólk byrja so smátt at sleppa sær heim eftir. Enn standa nøkur eftir og práta, og ein av teimum er Tór Marni Weihe, sum er eitt av valevnunum. Hann er eisini stigtakari til ungdómsráðið, og er hann sera glaður fyri góðu uppmøtingina.

 

- Eg haldi, hetta var eitt ótrúliga gott tiltak í kvøld. Eg bleiv faktiskt tikin av bóli, av at tað møttu so nógv fólk upp. Tað vísir bara tað, at ung fylgja við, og at tey eru glað fyri, at vit hava fingið eitt ungdómsráð.

 

Pláss var fyri skemti bæði frá salinum og valevnunum. Nógvir spurningar vórðu settir valevnunum gjøgnum kvøldið frá salinum, har summir vóru meira viðkomandi enn aðrir.

 

- Tað var eisini eitt skemtiligt kvøld, og tað bleiv sagt nógv gott og spennandi um nógv ymisk viðurskifti. Øll komu við sínum íkasti og hugskotum, og salurin var aktivur og dugdi væl at seta spurningar. Tað riggaði ótrúliga væl, tað var hugnaligur stemningur, og øll blivu eitt sindur klókari, sigur Tór Marni.

 

Eyðun Poulsen er eisini ein av teimum 14 ungdómunum, ið sita við pallborðið. Hann heldur kvøldið gekk væl, men sær nakrar potentiellar forðingar fyri framtíðini hjá ráðnum.

 

- Ein vandi er, at ungdómsráðið fellir niðurfyri vegna vantandi hug, ella tí onkur hálar moralin niður við sær! Ráðið kann missa alla virðing hjá byráðslimunum og harvið geva eina negativan ávirkan fyri ungdómin í kommununi. Men eg ivist ikki í, at tað verður vælfungerandi, tí hetta eru eldsálir, sum hava stilla upp, sigur Eyðun.

 

Náttarlívið varð eisini viðgjørt. Kjakast varð um, hvat mann skal gera við tey ungu undir 18, sum kanska hava fingið ov nógv at drekka. Onkur vildi hava eitt stað til tey at vera, meðan onnur meinti, at tað var at stuðla ungum í at drekka, sjálvt um aldursmarkið er 18 ár. Fleiri náttarravnar og náttbussar vildu nøkur av valevnunum eisini hava.

 

Ert tú millum 14 og 22 ár, og býrt tú í Tórshavnar Kommunu, kanst tú atkvøða til Tórshavnar Ungdómsráð her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.