Hús fingu stóran skaða av eldsbruna

Hús fingu stóran skaða av eldsbruna
Einki fólk var inni, tá eldur kom í eini hús í Eysturbýnum í Havn í gjárkvøldið
Mynd: Mynd: KvF  
 
27.03.2014 - 08:41

Eini sethús í Krossgøtu í Eysturbýnum í Havn fingu stóran skaða, tá eldur kom í húsini í gjárkvøldið. Fólk sóu royk í húsunum og luktaðu eisini royk. Tey boðaðu Alarmsentralinum frá klokkan 13 minuttir í níggju.  

Tá politiið og sløkkiliðið komu á staðið, var eisini eldur at síggja innan fyri køksvindeygað.

Einki fólk inni

Roykkavarar fóru inn í húsini, men einki fólk var inni. Av tí øll vindeygu og allar hurðar vóru afturlatin, breiddi eldurin seg ikki. Fyribils niðurstøðan hjá politinum er, at eldurin er kyknaður við komfýrin. Men tað er ikki staðfest enn.

Politiið upplýsir í morgun, at húsini fingu stóran skaða.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358