Nýtt próstadømisráð og stiftsstjórn vald

Nýtt próstadømisráð og stiftsstjórn vald
Tveir listar komu inn tl bæði valini, og valluttøkan var 93 prosent
 
27.03.2014 - 10:06

Marjun Olsen, Øravíkarlíð, Edvin Joensen. Leirvík, Ísak Mikladal, Klaksvík og Uni Danielsen, Hoyvík, eru vald í próstadømisráðið. Og Jógvan Ravnsfjall úr Klaksvík er valdur í Føroya Stiftsstjórn.

380 fólk høvdu valrætt, og tey eru annaðhvørt krikjuráðslimir ella prestar. 

Tveir listar komu inn til bæði valini, har fýra persónar skuldu veljast til Próstadømisráðið, sum samstarvar við dómpróstin, og ein persónur til Stritsstjórnina at samstarva við eitt alment umboð og bisp.

Heimasíðan folkakirkjan.fo skrivar, at vallutøkan var góð, 93 prosent. 

 

Úrslitið av próstadømisvalinum var hetta:

 

Vallisti 1 

Leivur Højgaard, Saltangará     42 
Edvin Joensen, Leirvík                59 
Ísak Mikladal, Klaksvík                49 
Randi Niclasen, Miðvágur          45 
Marjun Olsen, Øravíkarlíð           67 
Listin                                              11

Vallisti 2 
Uni Danielsen, Hoyvík                45 
Eyðun Lisberg, Kvívík                 13 
Eilif Samuelsen, Tórshavn       18 
Listin                                             05 

 

Úrslitið av valinum til Stiftsstjórnina var hetta:


Vallisti I 
Jens Jensen, Tjørnuvík                 65 
Tummas Lauritsen, Miðvágur      82 
Jógvan Ravnsfjall, Klaksvík          91 
Listin                                                 10 

Vallisti 2
Regin Ellingsgaard, Svínáir           51 
Halgir Winther Poulsen, Hoyvík     51 
Listin                                                   02 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459