Byggja umlættingardepil á Sandi

Byggja umlættingardepil á Sandi
Depilin skal standa liðugur í 2016
Virknis- og umlættingardepil skal byggjast heima á Sandi
 
27.03.2014 - 14:32

Ætlanin at byggja ein virknis- og umlættingardepil í Sandoynni hevur verið leingi á veg. Men nú er hon komin so mikið langt, at Landsverk bjóðar út ráðgevingina í sambandi við depilin heima á Sandi.

Nýggi stovnurin er ætlaður børnum og ungum við serligum avbjóðingum úr øllum landinum. Men fýra pláss verða sett av til sandoyingar.

Depilin skal ikki kosta meira enn 12,4 mió. kr., og  eftir ætlan skal hann vera liðugur í 2016.  Í deplinum verða átta kømur og felagshøli til 15 fólk. 

Evstamark at lata inn tilboð inn um ráðgevingina er fríggjadagin 18. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659