Klaksvíkingar skulu til European Business Game

Klaksvíkingar skulu til European Business Game
Næmingar á gymnasialu tøknibreytini á Tekniska skúla vunnu føroysku finaluna í European Business Game
Mynd: Tekniski skúli í Klaksvík  
 
27.03.2014 - 14:44

Næmingar úr Tekniska skúla í Klaksvík vunnu føroysku finaluna í European Business Game, sum var í gjár.

Sjey bólkar vóru í finaluni, og vinnandi bólkurin gjørdist DipFish frá gymnasialu tøknibreytini á Tekniska Skúla í Klaksvík, skrivar Norðlýsið.

Í kappingini European Business Game skulu næmingar “stovna” eitt hugsað virki, og gera virkisætlan. Vinnandi verkætlanin snúði seg um at gera eina dressing úr livralýsi, sum inniheldur Omega 3 feittsýrur.

Hóskar væl aftur við fiski

Teir tríggir næmingarnir, Hávarður Vinjardsson Guttesen, Tummas Vang Magnussen og Baldur Meitil, hava gjørt royndir og funnið fram til ein vælsmakkandi dressing, sum hóskar væl aftur við fiski.

Tíggju evropeisk lond luttaka í kappingini, og næmingarnir frá Tekniska skúla hava nú vunnið sær rætt at umboða Føroyar í evropeisku kappingini fyri miðnámsskúlar, sum verður í Italien í summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870