Bakur sigldi á Eystnes

Bakur sigldi á Eystnes
Skiparin hevur viðgingið, at hann sovnaði. Bakur stóð eina løtu, men slapp av aftur við egnari hjálp
 
02.04.2014 - 16:35

Ísfiskatrolarin Bakur hjá Faroe Origin sigldi á Eystnes í morgun, tá skipið var á veg av fiskileið á Runavík.

Skiparin hevur viðgingið, at hann sovnaði, og tí fór skipið á land. At sovna á brúnni er brot á sjólógina, og tí hevur skiparin fingið sektaruppskot.

Politiið fekk fráboðan um hendingina beint fyri kl. 7 í morgun. Bakur og Stelkur, sum høvdu verið til fiskiskap, vóru á veg á Runavík at landa. Tá teir nærkaðust Eystnesi, sigldi Stelkur framvið, men Bakur rendi á land. Skipið stóð eina løtu, men slapp av aftur við egnari hjálp.

Stóð fyri skipunum

Politiið stóð fyri skipunum, tá tey komu á Runavík, og har viðgekk skiparin alt fyri eitt, at hann sovnaði, og tí sigldu teir á land. Góðtekur skiparin sektaruppskotið, hendir ikki meir í málinum, upplýsir politiið.

Bakur hevur fingið onkra buglu av stoytinum, og tí má skipið á sleiðistøð, áðrenn tað sleppur aftur til fiskiskap. Tað er eitt krav frá Sjóvinnustýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742