Yvirlitstrolingar lidnar: Toskur og hýsa illa fyri

Yvirlitstrolingar lidnar: Toskur og hýsa illa fyri
Yvirlitstrolingarnar á Landgrunninum í vár eru lidnar
 
07.04.2014 - 15:25

Hetta eru kanningar, ið hava verið gjørdar á hvørjum ári síðan 1982, og høvuðsendamálið er at fáa eina mynd av, hvussu støðan er í teimum ymsu stovnunum, serliga av toski, hýsu og upsa. 

Fyribils úrslit vísa, at stovnarnir av toski og hýsu eru illa fyri, og at upsastovnurin er í hampuligum standi. 
Yvirlitstrolingarnar geva tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu og upsa. Talan er um veiði í vekt og í tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning.
Trolingarnar geva eisini ábending um, hvussu nógv er til av øðrum fiskasløgum. 
Hvítingsbróður er nú aftur í vøkstri og tykist vera hampuliga væl fyri. Litið hevur verið at fingið av svartkjafti í fleiri ár, men nú sær betri út, serliga tí væl meria hevur verið at fingið av smáfiski, vísa yvirlitstrolingarnar. Lítli kongafiskurin og gull-laksur tykjast vera støðugir.

Longa tykist væl fyri, meðan brosma er í minkin. Stóri kongafiskurin hevur verið støðugur á einum lágum støði í fleiri ár. 

Av flatfiski tykist reyðsprøka at vera væl fyri, tunga hevur verið støðug seinastu mongu árini, meðan sera lítið hevur verið at fingið av kalva seinstu fýra árini, skrivar Havstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084