Ólafur Ragnar Grímsson á odda

Ólafur Ragnar Grímsson á odda
Alt bendir á, at sitandi forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, vinnur forsetavalið í Íslandi í dag.

30.06.2012 - 21:50

Allar veljarakanningar geva honum stóran meiriluta, yvir 50 prosent.

Ólafur Ragnar Grímsson hevur verið forseti síðani 1996. Á nýggjárinum kunngjørdi hann, at hann umhugsaði ikki at stilla uppaftur, men tað gjørdi hann so kortini. Fimm onnur, tríggjar kvinnur og tveir menn, bjóða seg eisini fram.

Eygleiðarar hava lagt til merkis, at tey, sum nú stuðla forsetanum, eru ikki tey somu, sum valdu hann í 1996. Nú fara serliga fólk millum 20 og 30 ár, sum eru høgru megin politisku miðjuna og hoyra til andstøðuna í altinginum, at velja Ólaf Ragnar.

Í 1996 fekk hann næstan allan sín stuðul frá vinstrasinnaðum veljarum. Og sjálvur var Ólafur Ragnar Grímsson vinstrasinnaður.

Einasta hóttan móti forsetanum í dag er tíðindakvinnan Þóra Arnórsdóttir, men sambært nýggjastu veljarakanningunum er hon tó so langt aftanfyri, okkurt um 17 prosentstig, at hennara møguleiki neyvan er veruligur. Tó eru heilt nógv, sum ikki høvdu tikið støðu, tá tey blivu spurd.

Ólafur Ragnar Grímsson er 69 ára gamal. Eingin stillaði upp í móti honum á valunum í 2000 og í 2008, og í 2004 vann hann stórsigur á forsetavalinum.

235.284 fólk hava valrætt á forsetavalinum í Íslandi í dag.

Seinastu valstøðini lata ikki aftur fyrr enn klokkan ellivu í kvøld okkara tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Mikudag 15. apríl
Skratsj 15 apríl 2026
207096
Mikudag 15. apríl
Soleiðis kemur tú úr tankameldri
207083
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066