Spældi ella spældu Neistin

16.04.2014 - 08:58
Lívsstílur
Spældi ella spældu Neistin
Randi Kúrberg svaraði málspurningum í morgun

Eg kundi hugsað mær at fingið svar uppá nakrar málsligar spurningar:.
Dømi 1. Tveir ella tvinnir
Hetta hevur ivaleyst verið frammi fyrr, men framvegis tykist tað vera ógreitt.
Kanska málfrøðingurin kundi greitt frá, nær vit brúka tveir(tvær) ella tvinnir(tvinnar)
Dømi 2. regla (stutt e)
Tá vit hoyra orðið ?regla? í samanseting tykist ikki vera nakar ivi um úttaluna.
Løgregla, meginregla, (stutt e) (eingin hevði sagt løgre-e-e-gla)
Heldur ikki, tá tú hugsar um ?reglur? í eini bók, vit tosa um ovastu reglu (stutt e) o.s.fr.
men tá regla merkir tað sum eitur regel á donskum, tá kemur brongl í. Fólk hoyrast siga Re-gil. Re-gul (langt e) re-e-glar o.a.
Hví kemur bland í reegla og regla?
Dømi 3. Eintal ella fleirtal
Hoyri við hvørt, at bland kemur í eintal og fleirtal, tá fólk siga frá ítrótti í fjølmiðlunum.
Skilt verður ikki ímillum, um talan er um
felagið, ella persónarnar á vøllinum?
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418