Starvsfólk rýma úr Sjóvinnustýrinum

16.04.2014 - 11:59
Innlendis
Starvsfólk rýma úr Sjóvinnustýrinum
Knappliga fjórðingurin av starvsfólkunum gevst á stovninum. Trý fólk hava sagt upp og eitt fólk er sagt úr starvi.

Trivnaðurin í Sjóvinnustýrinum er vorðið eitt mál hjá Starvsmannafelagnum, tí limir í felagnum rýma av stovninum.
Tað er eitt álvarsmál, tá fólk rýma úr góðum størvum, sigur forkvinnan í felagnum. Tveir limir í Starvsmannafelagnum hava sagt upp.
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, sigur, at felagið hevur eitt mál um trivnaðin í Sjóvinnustýrinum.
Felagið hevur vent sær til leiðsluna í Sjóvinnustýrinum og tann viðgerðin er ikki liðug.
Viðvíkjandi liminum í felagnum, sum er uppsagdur, fær hon ikki sagt nakað alment, sigur hon.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444