Kyndil eina hond á FM-steypinum

Kyndil eina hond á FM-steypinum
Kyndil vann fyrru FM-finaluna á VÍF og kann tí avgera kvinnukappingina leygardagin
 
17.04.2014 - 17:36

Kyndil hevur aðra hondina á FM-steypinum, eftir at tær í dag vunnu fyrru FM-finaluna á VÍF.

Úrslitið bleiv 19-16 til Kyndil. Kyndil var á odda 12-7 í hálvleikinum.

Nógvir tekniskir feilir í álopspartinum kostaðu VÍF nógv í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki var tó umvent, og tað var um reppi,at VÍF fekk Kyndil aftur, tí tá 20 minuttir vóru spældir kom VÍF upp á 13-14.

Hóast Kyndil bara skoraði tvey mál fyrstu 20 minuttirnar í seinna hálvleiki (eitt brotskast), megnaðu tær tó at svara aftur og at halda fast um leiðsluna.

VÍF - Kyndil 16-19 (7-12)

Toppskjúttar, VÍF: Liljan Djurhuus 6, Durita Christophersen 4

Toppskjúttar, Kyndil: Simona Petersen 10, Bára K. Hansen 3

Næsta kvinnufinalan verður leygardagin í høllini á Hálsi í Havn. Dysturin byrjar kl. 16.00, og útvarpið sendir beinleiðis

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Trapputing í Klaksvík
205848
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810