Super finala endaði við javnleiki

Super finala endaði við javnleiki
Spenningurin helt sær til allarsíðsta sekund í fyrru mannsfinaluni millum VÍF og KÍF
Mynd: jn.fo  
 
17.04.2014 - 21:49

Mannsfinalan millum VÍF og KÍF fekk ein dramatiskan enda. Tá klokkan vísti 29 minuttir og 53 sekund var KÍF á odda 26-25.

VÍF fær tríggjar metur kast, og í einari síðstari roynd leggja teir upp til Áka Egilsnes, sum skýtur á tvørstongina og í máli.

Ein dramatiskur endi á einari sera spennandi finalu.

- Eg broytti meining í síðsta sekundi. Eg ætlaði at skjóta í tað fjarða hornið, men valdi so hitt, og tað eydnaðist. 

- Eg var glaður fyri málið, og eg veit ikki, hvar heilin var, tá eg hoyrdi rópini frá okkara áskoðarum, og eg visti, at hann var í málinum, segði Áki við útvarpið

Andrias Nielsen: Vit vinna í Kollafirði

Andrias Nielsen segði aftan á dystin við útvarpið, at hann var ikki so keddur um, at teir mistu sigurin í síðstu løtu.

-Leygardagin spæla vit á heimavølli við føroya bestu áskoðarum í rygginum, og tá vinna vit FM, segði Andrias Nielsen.

Áki Egilsnes: FM kemur til Vestmanna leygardagin

- Leygardagin spæla vit allan dystin soleiðis sum vit byrjaðu hendan dystin, og tað verður nokk til at tryggja okkum FM, segði Áki Egilnes við útvarpið.

 

VÍF - KÍF 26-26 (15-13)

Toppskjútti, VÍF: Áki Egilnes 8

Toppskjútti, KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 6

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770