- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rumbul í donsku stjórnini

Tað fall nærmast sum ein bumba fríggjadagin, tí danska sentrumvinstra stjórnin í longri tíð hevur lverið í samráðingum við vinstravenda Eindarlistan um eina nýggja skattaskipan. Eindarlistin er eisini ein partur av stjórnargrundarlagnum hjá sitandi donsku stjórnini, mannað við Teimum Radikalu, Javnaðarflokkinum og Sosialistiska Fólkaflokkinum.

Fríggjadagin gjørdi stjórnin so eina avtalu um skattanýskipan við borgarligu flokkarnar Vinstra og Tey konservativu. Kravið frá teimum borgarligu til nýggju skattaskipanina var millum annað, at rentufrádrátturin hjá húsaeigarum verður varðveittur.

Serliga í stjórnarflokkinum SF eru limir í øðini inn á avtaluna. Og ikki minst inn á teirra egna floksfelaga, Thor Möger Pedersen, skattamálaráðharra, ið gjørdist gitin, tí hann var yngsti ráðharri í donsku stjórnini nakrantíð.

- Skattaavtalan við tey borgarligu prógvar, at skattamálaráðharrin ikki er uppgávu sína vaksin, og eigur at verða skiftur út, sigur Poul Overlund-Sørensen, sum situr í landsstjórnini hjá SF.

Landsleiðslan í SF er á fundi saman við fólkatingsbólkinum á Christiansborg í dag fyri at viðgera skattanýskipanina. Longu fríggjakvøldið boðaðu fólkatingslimir hjá SF frá, at tey ætlaðu sær at atkvøða ímóti, tá avtalan einaferð kemur til viðgerðar á fólkatingi, skrivar Ritzau.

Tað er annars sosialdemokraturin Bjarne Corydon, búskaparmálaráðharri, sum hevur staðið á odda fyri samráðingunum um eina skattanýskipan.