- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskur tónleikur í Aarhus
Á hvørjum ári verður SPOT festivalurin hildin í Aarhus. SPOT er eitt slag av showcase-festivali, og endamálið er at marknaðarføra danskan tónleikan. Ì gjøgnum árini hava fleiri føroyskir bólkar fingið høvi at spæla á festivalinum, og í ár verða tað so Teitur, Byrta og Dánjal.
Ì samband við at føroyskur tónleikur gestar býin, hevur Føroyingafelagið nýtt høvið at fyriskipa einari konsert fyri sínum limum. Aftaná konsertina á SPOT spæla Byrta eina konsert fyri føroyingum í Aarhus.
- Tá vit hoyrdu, at vælumtókti bólkurin Byrta kom til Aarhus á SPOT, vóru vit skjót at spyrja, um tey høvdu hug at spæla eina intimkonsert fyri limunum í føroyingafelagnum. Tað er jú sjáldan, at vit fáa høvið at bjóða okkara limum til eina konsert við ein so vælumtóktan bólk sum Byrta. Vit gleða okkum til eitt brak av einari konsert fríggjakvøldið, sigur formaðurin í Føroyingafelagnum, Tórur Didrik Djurhuus.
Teitur spælir á SPOT fríggjakvøldið klokkan 20.00
Dánjal spælir á SPOT leygarkvøldið klokkan 21.10
Byrta spæla á SPOT fríggjadagin kl 16.00, og síðan spæla tey fyri føroyingafelagnum kl 21.00
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |