Bankaskipan: Hálv milliard at flyta heimaftur

Bankaskipan: Hálv milliard at flyta heimaftur
Meirilutin í Rættarnevndini heldur, at løgmaður eigur at eftirmeta, um tað var ræt at flyta bankaskipanir og persónsupplýsingar av landinum
At flyta bankaskipanir heimaftur kann kosta úr 100 milliónum upp í hálva milliard kr.
 
06.05.2014 - 07:48

Løgmaður eigur at kanna, um tað veruliga var rætt at flyta allar viðgerðarskipanir hjá føroysku peningastovnunum av landinum fyri nøkrum árum síðani. Tí tað ber til at flyta skipanirnar heim aftur til Føroya. Tað tekur nøkur ár og kostar úr minni enn 100 milliónum upp í 500 milliónir krónur.

Tað sigur meirilutin í Rættarnevndini, fimm samgongufólk, í álitinum um eitt uppskot hjá Tjóðveldi um at fáa persónsupplýsingarnar um føroyingar aftur til Føroya.

Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum. Meirilutin í Rættarnevndini mælir tinginum frá at samtykkja tað.

Ber til at flyta heimaftur

Men tað er als ikki so, at samgongan ikki vil vita av málinum. Tí í álitinum hjá Rættarnevndini sigur meirilutin, at nevndin hevur fingið upplýst, at tað ber væl til at fáa flutt heim aftur allar tær viðgerðarskipanir, sum peningastovnarnir fluttu til Danmarkar, hóast hetta kann taka nøkur ár. 

Eisini hevur nevndin fingið at vita, at eingin trupulleiki er við starvsfólkum, tí førleikarnir til at gera hetta arbeiðið eru í Føroyum. Kostnaðurin kann verða alt frá undir 100 mió. krónum upp til 500 mió. krónur. 

Meirilutin metir, at løgmaður, sum varðar av økinum, átti at eftirmett málið við atliti at, um tað var rætt at flyta skipanirnar og føroysku persónsupplýsingarnar av landinum. 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290