Mjólkin skuldi kostað 15 krónur liturin

Mjólkin skuldi kostað 15 krónur liturin
Í 32 ár er prístalið trífaldað, men mjólkarprísurin er bara tvífaldaður.
 
06.05.2014 - 08:06

Skuldi Mjólkarvirkið fylgt prístalinum, kostaði ein litur av mjólk 15 krónur, helvtina meira enn hann ger. Í 32 ár er prístalið trífaldað, men mjólkarprísurin er bara tvífaldaður.

Tað sigur Grannskoðanarvirkið Januar, sum hevur greinað roknskapirnar hjá tíggju mjólkarbøndum árini 2009-2013. 

Sama bruttoúrtøka í 25 ár

Mjólkarbøndur fáa eisini dupult so nógv fyri mjólkina nú, so Mjólkarvirki Búnaðarmanna fekk bara 1,31 kr. meira fyri liturin í 2013 enn virkið fekk í 1980.  Greiningin sigur, at brutto fingu bøndurnir 2,03 kr. fyri liturin av mjólk í 2013. Fyri 25 árum síðani var bruttoúrslitið tað sama, 2,04 kr.

Greiningin viðger eisini innflutningin av hoyggi. Tað bilar hjá teimum, sum hava keypt mjólkarkvotur seinastu árini, at velta nóg mikið, so sleppast kann undan at keypa hoyggj. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097