Strandfaraskip skulu ikki sigla halgidagar

Strandfaraskip skulu ikki sigla halgidagar
Meirlutin í Vinnunevndini tekur ikki undir við uppskotinum um, at strandfaraskipini eisini skulu sigla langa fríggjadag, páskadag og jóladag
 
06.05.2014 - 08:42

Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Janus Rein í Vinnunevndini mæla løgtinginum til at fella uppskotið hjá Pálli á Reynatúgvu og Sirið Stenberg um, at strandfaraskipini eisini skulu sigla langa fríggjadag, páskadag og jóladag. 

Meirlurin sigur seg skilja tørvin hjá fólki at kunna ferðast allar dagar á árinum, men heldur støðuna hjá Strandferðsluni vera so álvarsama, at meirlutin krevur eina samlaða loysn "her og nú," sum skrivað stendur í álitinum. Meirlutin nevnir ítøkiliga fíggjarligu støðuna hjá stovninum og støðuna á fleiri farleiðum, sum er íkomin, eftir at Teistin fekk skaða, og varð tikin úr sigling.

Kostar 1,8 milliónir

Vinnumálaráðið hevur boðað nevndini frá, at tað fer at kosta umleið 1,8 milliónir krónur at lata skipini sigla hesar halgidagarnar, og hesa upphædd hava Strandfaraskip Landsins ikki, sigur meirlutin. Tí eru tveir  møguleikar - annaðhvørt játtar løgtingið Strandferðsluni hesa upphædd, ella tekur túrar burturúr, og sparir upphæddina á tann hátt. Meirilutin er ikki fyri at skerja túrataliðl, so einasta loysnin er at játta fleiri pengar, sigur meirlutin, sum tó ikki nevnir møguleikan at hækka ferðaseðlaprísin.

Meirilutin heldur, at hesir trupulleikar eiga at verða raðfestir fremst, og tekur tí ikki undir við uppskotinum.

Sjálvfylgja at sigla alt árið

Minnilutin, sum er Bjørt Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Kári P. Højgaard, vísir á, at tað er einki minni enn ein sjálvfylgja, at ferðasamband er millum oyggjarnar allar dagar í árinum.  Minnilutin sigur, at Teistin sambært ferðaætlanini siglir átta túrar sunnudagar, Ternan fimm, og Smyril siglir tveir. Og verður ein skipan gørd, har tað í fyrsta umfari einans eru tveir ella tríggir túrar hesar halgidagarnar, verður tað væl bíligari enn tær umleið 1,8 milliónirnar. 

Minnilutin minnir á, at sjóvegis sambandið er at sammeta við fasta vegasambandið sum 85-86% av fólkinum longu hava og mælir tinginum til at samtykkja uppskotið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Fríggjadag 20. mars
RagnarRokk: Morean um Bach Out of Bounds
205911
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918