Nýggj reinførisváttan til skip

Nýggj reinførisváttan til skip
Nýggja váttanin kemur fyri rottusertifikatið, sum fór úr gildi í 2009
Tollvaldið kann nú skriva út reinførisváttanir til skip.

21.06.2012 - 09:45

Nýggj kunngerð gevur føroyskum myndugleikum heimild at skriva út reinførisváttan til føroysk skip. Hetta er váttan, sum sigur frá, at eingi gnagdýr ella skordýr, ið kunnu spjaða sjúku, eru umborð.

Nýggja reinførisváttanin kemur í staðin fyri gomla rottusertifikatið.

Í fjør samtykti løgtingið eina nýggja epidemilóg. Høvuðsbroytingarnar í nýggju epidmilógini vóru tvær

Í fyrra lagi at víðka um heimildirnar hjá Epideminevndini at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk í sambandi við útbreiðslu av smittandi sjúkum. Epideminevndin kann eisini seta tiltøk í verk, tá tað viðvíkur sjúkum, sum smitta frá vatni, luft, føði og dýrujm til fólk - og ikki einans, tá talan er um smittandi sjúkur millum fólk.

Og í øðrum lagi at geva tollvaldinum heimild at skriva út reinførisváttanir, sum koma í staðin fyri gomlu rottusertiikatini, ið áður vórður skrivað út til skip.

Fór úr gildi í 2009

Gamla rottusertifikatið gekk út miðskeiðis í 2009, tá danir broyttu sína epidem-lóg, og síðan hevur verið bíðað eftir, at lógin eisini skuldi setast í gildi í Føroyum.

Tað hevur givið skiparum á føroyskum skipum nakað av høvuðbrýggi at siglt uttan rottusertifikat ella nýggju reinførisváttanina. Føroysk skip hava hetta tíðarskeiðið kunnað væntað at verið afturhildin og ikki sloppið at loysa aftur, fyrr enn skipið varð kannað og eitt nýtt sertifikat var umborð.

Við kunngerðini er tann trupulleikin burtur.

Tað er tollvaldið, sum fyri Epediminevndina, útskrivar nýggju hygieinu-váttanirnar til skip.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 06 juli 2026
210564
Mánadag 6. juli
RagnarRokk: Jack Owen um Next to Die
209117
Mánadag 6. juli
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
210546
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522