- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir flokkar skipa stjórn í Grikkalandi

Nú er greitt, at konservativi flokkurin Nýtt Demokrati, sosialistaflokkurin Pasok og vinstrahalli flokkurin Demokratiskt Vinstra skipa nýggja stjórn í Grikkalandi.

Leiðarin í Nýggjum Demokratii, Antonis Samaras, var seinnapartin hjá forsetanum, Karolos Papoulias, og greididi frá, hann fer at skipa stjórn. Nýtt Demokrati vann tjóðartingsvalið í Grikkalandi um vikuskiftið.

Enn eru samráðingar um smálutir í samgonguskjalinum, og ráðharralistin er heldur ikki liðugur.

179 tingsessir

Teir tríggir flokkarnir hava 179 av teimum tilsamans 300 sessunum í tjóðartinginum. Á valinum sunnudagin fekk Nýtt Demokrati 129 sessir, Pasok 33, og Demokratiskt Vinstra fekk 17 tingsessir.

Avbjóðingin hjá nýggju stjórnini verður at fáa landið burtur búskaparligu kreppuni. Treytirnar, sum ES og altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, hava sett fyri at veita lán, eru harðar. Nýtt Demokrati og Pasok hava áður góðtikið treytirnar, men í valstríðnum upp undir tjoðartingsvalið hava allir tríggjar flokkar, sum nú skipa stjórn, sagt, at teir fara at samráðast við ES og IMF um at linka treytirnar.